Meistararnir halda kósina

VB fekk ikki gjørt nakað sum helst við Tjaldur, sum fyrsta hálva tíman trumlaði heimaliðið niður

Hondbóltur

Har var ikki tað stóra at gera hjá VB-kvinnunum sunnudagin.
Meistaranir úr Tjaldir hava higar til í ár ikki víst stórvegis tekin um, at tær eru viknaðar tað minsta pettið, og tað gjørdu tær so bestemt heldur ikki í fyrra hálvleiki.
VB varð pent sagt bumbað niður og norð av stórskjótandi gestunum, og tá farið varð til hálvleiks, var dysturin so ruddiliga avgjørdur.
Tað gav Tjaldri loyvi at taka tað meira róligt eftir steðgin, og so slapp VB nakað betur upp í part. Spennandi kundi tað tó ongan tíð gerast, men uttan nervar og ovurstórt trýst prógvaði VB kortini, at tær eisini kunnu spæla hondbólt, um enn tað neyvan verður í toppinum, at hetta verður gjørt í ár.

Fakta um dystin
VB-Tjaldur 21-34 (6-18)
10 min: 2-7
20 min: 4-14
40 min: 12-25
50 min: 16-29
Málskjúttar
VB: Bára Mortensen 6, Sára Samuelsen 4, Svava Vestergaard 4, Una Egilsdóttir 2(1), Andrea Nielsen 2, Christina Holm 1, Teresa Joensen 1, Monika Samuelsen 1
Tjaldur: Adina Petrea 11, Cornelia Rimbo 7, Annika Thomsen 5, Marinela Patru 5, Elinbjørg Hammer 4, Benedikta Johannesen 1, Heidi Sevdal 1, Sarah Ann B. Thomsen 1
Brotskøst: VB 1, Tjaldur 1
Útvísingar: VB 1, Tjaldur 3
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Kartni Joensen