Meistararnir fyrireika seg í Turkalandi

Tvífaldu føroyameistararnir úr Víkingi eru í ár farnir til Turkalands at fyrireika seg til komandi kappingarárið í Betri-deildini

Tvífaldu føroyameistararnir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, Víkingur, er í hesum døgum í Turkalandi, har teir fyrireika seg til komandi kappingarárið í Betri-deildini. Víkinga hópurin fór til Turkalands sunnudagin, har teir skulu vera til komandi mánadag.

 

Víkinga-ferðalagið heldur til í Turkiska býnum, Antalya. Nýggi høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Maurice Ross, sigur, at túrurin gevur honum kærkomnan møguleika fyri at læra nýggja hópin hjá sær betur at kenna.

 

-       Túrurin er ein kærkomin møguleiki hjá mær at læra spælararnar betur at kenna uttanfyri vøllin. Millum annað við at síggja hvussu leikarar koma upp til morgunmat – um leikararnir tykjast hugtungir, ella um leikarar eru seinir og annað. Men eg má siga, at eg higartil eri ótrúliga væl nøgdur við hvussu professionellir mínir dreingir eru. Har er einki at koma eftir, og teir eru perfektir umboðsmenn fyri Føroyar, sigur Maurice Ross.

 

Til túrin í Turkalandi, er talan tó ikki um fullmannaðan Víkinga-hóp. Fýra leikarar eru eftir heima í Føroyum, meðan ein í ferðalagnum er skaddur.

 

-       Vit eru ikki fullmannaðir í Turkalandi. Atli Gregersen er eftir heima orsakað av arbeiði, Rasheed Alabi og Lawal hava trupulleikar við at fáa visa í Turkalandi, og Heðin Hansen er eisini eftir heima, nú unnustan hjá honum skal eiga fyrsta dagin. Harafturat er Jákup Vatnhamar Olsen eisini skaddur, so tað er eitt sindur av fráfalli. Men hóast tað er talan um ein hóp her niðri, sum arbeiðir hart og hevur gott samanhald, sigur Maurice Ross.

 

Víkingur spælir ein dyst á venjingarleguni í Turkalandi. Hann verður ímóti einum liðið úr bestu deildini í Hvítarusslandi.

 

-       Vit hava ein dyst móti einum liðið úr bestu deildini í Hvítarusslandi. Vit koma ikki at fokusera so nógv uppá úrslitið í tí dystinum, tá vit hava fleiri leikarar sum mangla. Tað sum dentur fer at vera lagdur á í dystinum, er, at geva leikarunum minuttir í beinini og at royna ymsar flytingar í uppbyggjandi spælinum og í umstillingsspælinum, sum vit fáa brúkt í føroysku kappingini, sigur Maurice Ross at enda.

 

Víkingur spælir fyrsta umfar í Effo-deildini tann 11.mars móti Skála á heimavølli.