Meistararnir fingu góða byrjan

HB kom væl frá byrjan í landskappingini, tá havnarliðið vann 3-1 á uppflytarunum úr Vágunum. HB var betra klárt betra liðið, men spenningurin helt sær tó til móti endanum av dystinum

Bæði liðini, sum vóru á vøllinum í Gundadali Dýra Biðidag, fingu gullmerki um hálsin eftir seinasta kappingarár. HB sum føroyameistarar í 1. deild og FS Vágar sum vinnarar av 2. deild.
HB skal verja sítt meistaraheitið, meðan FS Vágar skal verja sítt pláss í bestu deildini.
HB legði væl fyri, og støðan var longu 2-0 eftir ein hálvan tíma. HB var meira ágangandi og nógv vandamiklari í álopsspælinum enn FS Vágar, sum ikki hevði nakað serligt at bjóða uppá í fyrra hálvleiki.

From leggur fyri
Danin Carsten From fekk sítt fyrsta mál í føroysku landskappingini eftir átjan minuttir, tá hann varð spældur leysur av Rúna Nolsøe. Tað tóktiskt sum verjan hjá FS Vágum ikki fylgdi heilt við í hesum álopinum, tí Carsten From var ógvuliga leysur við málverjanum. Nýggi áleyparin hjá HB helt høvdið kalt og sendi róliga framvið málverjanum.
HB helt fram við framfýsnum álopsspæli, tað sum eftir var av fyrra hálvleiki. Hetta bar ávøkst tíggju minuttir seinni.
Hesuferð var Rógvi Jacobsen á blettinum. FS Vágar megnaði ikki at rudda upp eftir eina frísparksstøðu í brotsteiginum, og bólturin endar hjá Janusi Joensen, sum sendir innfyri. Her er Rógvi Jacobsen hægstur og leggur HB framum við tveimum málum.
HB veruliga stýrdi dystinum fyri steðgin og ilt var at síggja, hvussu FS Vágar skuldi hótta HB-liðið. Hóast heimaliðið hevði yvirvág í leiki eftir steðgin, hevði tað ilt við at beina allan iva til viks.
Fuglfirðingurin Símun Eliasen er nú aftur at síggja á HB-liðnum, og hann spældi ein góðan dyst í verjuni.

FS Vágar minkar um munin
Jens Erik Rasmussen var tann leikarin hjá FS Vágum, sum skuldi skapa nakað frameftir vøllinum, og hann var eisini upphavsmaðurin til teir báðar málmøguleikarnar, sum vágamenn fingu í seinna hálvleik.
Báðuferð var tað eftir uppspæl í vinstru síðu, at tann royndi miðvallarin gav HB-verjuni trupulleikar. Fyrru ferð sendi hann innfyri til brasilska leikaran Clayton Suares, men skotið hjá honum fór uppum málið. Hann var staddur tætt undir málinum og skuldi í minsta lagi havt rakt málið.
Aðru ferð Jens Erik brýtur ígjøgnum í vinstra borði endar tað við máli til FS Vágar. Hesuferð tveitir Elfinn Ørvarodd seg fram og prikar bóltin framvið Bárði Johannesen og minkar um munin.
Nú var dysturin brádliga spennandi aftur, tí hóast spælið fyri tað mesta fór fram á hálvuni hjá FS Vágum, so kundu teir hótta við skjótálopum.
FS Vágar kom nú eitt sindur meira við í dystin, og HB viðhaldsfólki fór at ótolnast. HB skuldi nú hava avgerandi málið fyri sláa sigurin fastan, men tað gekk heldur striltið hjá teimum, og FS Vágar stríddist nú meira manniliga.

Rógvi slær sigurin fastan
Tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla vísti miðvallarin Rógvi Jacobsen seg aftur sum ein vandamiklan harra. Rúni Nolsøe, sum legði upp til fyrsta og síðsta málið, brýtur ígjøgnum í høgru síðu og sendir eitt neyvt innlegg til Rógva Jacobsen, sum stútar í netið.
Nú var dysturin at kalla avgjørdur, og HB-ararnir kundu anda lættan. HB hevði greiða yvirvág allan dystin og skapti fleiri málmøguleikar enn mótstøðuliðið, men FS Vágar syrgdi fyri, at spenningur var í dystinum til tað síðsta.
HB misti ein mann í dystinum. Kári Nielsen varð stutt fyri steðgin borin av vøllinum við einum brotnum fóti. Hann er lagdur í gips og verður neyvan at síggja aftur á liðnum fyrr enn um einar seks vikur.
Hetta var ein heldur trilvandi byrjan hjá meistaraliðnum, og HB-ararnir halda óivað, at dysturin gjørdist óneyðuga spennandi, tí teir skuldu havt avgjørt áðrenn. Hinvegin var FS Vágar til dystin fús, og gav ongantíð HB frið í sinni. Teir arbeiddu væl og góvu eisini heimaliðnum ein hvøkk í seinna hálvleiki, áðrenn HB fekk triðja málið.

HB - FS Vágar 3-1 (2-0)
1-0: Carsten From, 18
2-0: Rógvi Jacobsen, 29
2-1: Elfinn Ørvarodd, 63
3-1: Rógvi Jacobsen, 79

HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Eli Thorsteinsson, Símun Eliasen, Janus Joensen - Kári Nielsen (Tór-Ingar Akselsen), Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Nicu Dogaru - Andrew av Fløtum, Carsten From (Hendrik Rubeksen)
FS Vágar: Jákup Joensen - Sjúrður Ellefsen, Albert Ari Thomassen, Jóhannus Joensen, Silva Braga - Ruslan Screlea, Jens Erik Rasmussen, Elfinn Ørvarodd (Birgir Joensen), Vlad Osipovs (Rói Árting) - Bjarni Prior (Jack Johansen), Clayton Suares