VÍF – Kyndil 25-26 (11-14)
Lagt var upp til eitt slag av einum klassikara í Vestmanna sunnudagin, tá ið tey bæði mest vinnandi liðini í føroyskum manshondbólti yvirhøvur, VÍF og Kyndil, brustu saman. Undan dystinum tóktist klassikarin tó ikki heilt at liva upp til heiti sum ein klassikari, tí VÍF lá á fjórða plássi í bestu mansdeildini við tveimum stigum, meðan Kyndil var at finna á aftasta plássi uttan nakað stig.
Sjálvt um klassikarin ikki júst livdi upp til sítt heiti, so hevði hesin dysturin tó sera stóran týdning fyri hesi bæði sigursvandu liðini. VÍF skuldi í sínum lag royna at byggja víðari upp á sigurin ímóti kollfirðingum í síðsta umfari, meðan Kyndil skuldi royna at fáa fyrstu stigini á konto’ina eftir tvey stórtap í teimum báðum fyrstu dystunum.
VÍF legði betur fyri
Sjálvt um Kyndil harðliga hevði brúk fyri einum sigri í hesum dystinum fyri at venda keðiligu gongdini fyrstu dystirnar, so var tað tó heimaliðið, sum byrjaði væl betur. Sjálvt um spælið ikki altíð var av tí besta, so dugdu vestmenningar væl at spæla seg fram við kyndilsverjuna, samstundis sum bæði verjan og Eli í málinum komu væl frá byrjan.
Hetta gjørdi eisini, at VÍF, tá knappir 10 minuttir vóru farnir, kundi leggja seg á odda 5-2 við einum máli frá Fríðbjørn Seloy, og tað var ikki frítt, at byrjanin hjá Kyndli líktist tí frá teimum fyrstu dystunum.
Men grøna havnarliðið fóraði sær, og løtu seinni stóð aftur á jøvnum 5-5. Men tað lá líka sum í luftini, at VÍF hevði yvirtakið hesa løtuna, og tað gekk ikki long tíð, so var aftur stórur munur á liðunum. Frá støðuni 6-6 megnaði VÍF at skora fýra ferðir á rað, so brádliga vísti talvan 10-6 til heimaliðið, og her mátti okkurt henda hjá gestunum, um dysturin ikki skuldi tapast longu fyri steðgin.
Time Out vendi dystinum
Tí valdi venjarin hjá Kyndli eisini at taka eitt Time Out fyri at tosa um tingini, og hetta vísti seg at geva júst rætta virkningin. Tá Kyndil kom út aftur á vøllin vóru teir nógv meir greiðir yvir, hvat skuldi gerast, og nú byrjaðu teir grønu at spæla rættiliga væl eitt skifti.
Bæði í verjupartinum og í álopspartinum høvdu teir rættiliga gott tak á VÍF, og næstu løtuna skoraði Kyndil ikki færri enn sjey ferðir á rað, so støðan brádliga var 10-13 beint fyri steðgin. Eftir etta skoraðu liðini eina ferð í part afturat fyri steðgin, so tá liðini fóru til hálvleiks, var tað Kyndil, sum førdi við trimum málum.
Men kyndilsspælararnir vóru ikki lidnir enn. Tá teir komu út aftur til seinna hálvleik, vóru teir minst líka tendraðir, sum síðstu løtuna undan steðginum. Tá so VÍF eisini bleiv rakt av tveimum útvísingum beint eftir steðgin, lá væl fyri hjá Kyndli at økja enn meir um leiðsluna. Teir fingu eisini trý skjót mál eftir steðgin, og við støðuni 11-17 var nógv, sum bendi á, at dysturin nú var avgjørdur. Meistararnir høvdu gott tak á VÍF alla staðni á vøllinum, og her sa ikki út til, at teir skuldu fara at missa takið.
VÍF svaraði aftur
Hóast hetta, so vildu vestmenningar tó ikki gevast. Teir arbeiddu víðari og stríddust um hvønn bólt, og hetta gav úrslit. Spakuliga ótu teir seg inn aftur á Kyndil. Teir tóku eitt mál fyri og annað ma´l og eftir, og tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum, minkaði Rúni Joensen um munin til 21-22, so nú var alt aftur púra opið.
Nú skiftust liðini um at skjóta mál næstu løtuna, men sjálvt um VÍF veruliga royndi og royndi at koma upp á javnt, so eydnaðist hetta ikki hjá vestmenningunum. Kyndil svaraði atur hvørja ferð VÍF fekk mál, og endin gjørdist, at Kyndil vann dystin við einum máli.
Við hesum fingu føroyameistararnir sín fyrsta sigur í ár, og við sigrinum ava teir nú lagt seg undir liðuna á VÍF við tveimum stigum.
Fakta
VÍF – Kyndil 25-26 (11-14)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 6 (5), John M. Andreasen 4, Sjúrður Poulsen 3, Sámal Joensen 2, Dávur Magnussen 2, Dávur Trbaer 2, Rúni Joensen 2, Niels Andreasen 2, Fríðbjørn Seloy 1, Regin Joensen 1
Kyndil: Finnur Hansson 12 (4), Ken Zachariassen 5 (1), Rani Ellingsgaard 4, Janus Einar Sørensen 2, Hjalti Jacobsen 2, Hans Arni Thomsen 1
Brotskøst: VÍF 1, Kyndil 6
Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 4
Reytt kort: VÍF (beinleiðis reytt kort)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen