Meistararnir eyðmýktir á heimavølli

B36 varð snøgt sagt hølvað ígjøgnum, tá klaksvíkingar boðaðu frá, at teir enn eru við í oddastriðnum. Eitt stríð, sum B36 nú helst má veittra endaliga farvæl til

Fótbóltur

Í vikuni staðfesti B36-venjarin, at FM-heitið undir øllum umstøðum fór til Eiðis, og at hini liðini máttu striðast um europeisku sessirnar, sum so vóru eftir.
Summi høvdu hug at tulka hetta, sum hevði B36 givið upp alla vón, meðan onnur metta hetta sum eina roynd at flyta trýstið yvir á oddaliðið, nú endaspurturin í kappingini stendur fyri framman.
Hvat av hesum talan var um, er ikki gott at vita, men stðafestingin eftir dystin mundi vera púrasta greið.
B36 fór nevnliga púrasta niður við nakkanum, meðan KÍ vann trivaligasta sigurin í Gundadali, síðani tá teir í 1991 vunnu 4-0 á B36. Og leitast skal enntá aftur til 1988, um vit skulu finna eitt kappingarár, har KÍ hevur skorað fleiri enn fýra mál í Gundadali.

KÍ helt setninginum
Tað var annars ikki tað heilt nógva, sum bendi á ein slíkan stórsigur fyrstu løtuna. Um nakað, so var B36 omaná, og serliga Sylla tóktist volda KÍ-verjuni trupulleikar. Tað var eisini heilt nær við, tá Meinhardt Joensen við eini fantom-bjarging fekk sligið bóltin á tvørtræið og út, men so gekk alt galið hjá heimaliðnum. Tá klaksvíkingar ruddaðu hornasparkið burtur, mistók B36 seg, og so gekk tað skjótt, áðrenn bólturin var í B36-meskunum.
Og so køvdist alt hjá árstalsfelagnum. Hóast teir royndu at sprutta nakað, so gekk spælið nú fyri seg eftir premissunum hjá KÍ. Gestirnir lótu B36 hava bóltin nógv. Men teir ansaðu støðugt eftir, at vandamikla vinstra-stíðan hjá B36 ikki kom upp við í borðunum. Og tí gjørdist talan aloftast um planleyst trillarí, tá B36 skuldi skapa nakað.
Klaksvíkingar tóktust vera væl nøgdir um gongdina, og uppaftur betri mundi tað verða, tá teir beint fyri steðgin øktu til 2-0. Hesa ferð eftir miseydnaða rangstøðufellu hjá B36, sum hevði umskipað verjuna.

Saknur á miðvøllinum
Júst umskipanin í verjuni tóktist vera stóri trupulleikin hjá B36. At báðir teir vanligu miðverjarnir høvdu leikbann, noyddi Fróða Benjaminsen aftur í verjuna. Hóast Fróði spældi ein góðan dyst í verjuni, so megnaði hann sjáldan at stýra viðleikarunum, og á miðvøllinum var saknurin í toftamanninum stórur. Har restaði ein dynamo, sum kundi fáa spælið upp í snúningar, men tað kom tað ongantíð. Ikki minst, tí skaddi Mikkjal Thomassen ikki kundi nýtast sum innpískari, nú hann var skaddur. Og at ein sjónliga skaðadarvaður Bergur Midjord eisini lat seg skifta út, bøtti sum so ikki um støðuna.
Vantandi gjøgnumbrotsmegin tóktist taka mest sum mótið frá B36, og so vóru gestirnir grammir at staðfesta sigurin. Við støðugt at halda seg til konseptið, har B36 varð tipt í síðunum, og har kvik mótálop vóru drepandi vápnið, sum mótstøðan varð søkt við.
Og so fekk alt líka sum eina sjálvforstyrkta effekt. Sum minuttirnir gingu, megnaði B36 sjáldan  enntá ikki í ótrýstum støðum  at fáa fimm samanhangandi sendingar á rað. Og tá bólturin varð mistur, lúrdi vandin mest sum hvørja ferð. Klaksvíkingar spældi skjótt, beinleiðis og effektivt, og júst teir tríggir lutirnir eru meira enn nakað lykilin í dagsins fótbóltsspæli.

FM-stríðið
Tað er einki at ivast í, at tað hjá B36 kostaði stóran part av seinastu FM-vónini, at teir so ruddiliga fingu bank á heimavølli. Enn er munurin upp til oddin átta stig, og við einum sigri í næsta heimadystinum kann B36 minka hendan. Men tað er samstundis ein veruleiki, at meistararnir ikki hava vunnið Formula-dyst, síðani teir fyri góðum mánaði síðani vunnu trivaligan stórsigur á grannunum.
Hjá KÍ er munurin upp nú minkaðu í seks stig, men teir hava ein dyst færri enn oddaliðið, og ti er spurningurin, hvussu stórur møguleikin er. Skal KÍ gera sær nakrar vónir, so ræður fyrst og fremst um at vinna sítt. Og so mugu teir vóna, at bæði B36 og NSÍ kunnu gera sína skyldu, tá teir komandi umførini spæla móti oddaliðnum.