Meistararnir eru nýtt oddalið

Meistaraliðið HB er fyri fyrstu ferð oddalið í landskappingini 2010. HB hevur í dag vunnið sera undirhaldandi uppgerð í Gundadali ímóti B68. Úrslitið var 4-3, og einki er at ivast í tí, um toftamenn iðra seg. Serliga í 2. hálvleiki vóru toftamenn greitt omaná. Tveir minuttir undan leikloki javnaði B68, men í fyrsta álopi eftir tað var tað HB liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, sum við fínum langskoti skoraði sigursmálið.

Fyrstu fimm umførini var B36 oddalið. Í dag hevur B36 spælt 1-1 í Vági, og harvið hevur B36 mist oddasessin til grannarnar í Gundadali.

Í Leirvík var Víkingur leikliga omaná alla tíðina ímóti B71, men teir á samansetta liðnum megnaðu ikki at skora mál, og so endaði tað 0-0. Í evstu løtu var tað um reppið, at B71 fór avstað við øllum stigunum, tí víkingarnir vóru á veg at gera sjálvmál!

AB og ÍF spæla klokkan 17 á Argjum.

 

Víkingur-B71 0-0

í Leirvík

Dómari: Páll Augustinussen

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Súni Olsen, Nenad Stankovic, Sam Jacobsen, Bárður Hansen, Sølvi Vatnhamar - Finnur Justinussen

B71: Bárður Johannesen - Frits Eið, Allan Tungá, Jóhannes Jensen, Rúni - Danilo Kovacevic, Símin Hansen, Mikkjal Hentze, Mads Hentze, Marko Stanic - Høgni Midjord

 

20 min. 0-0

 

40 min.

0-0

Víkingur hevur greiða leikliga yvirvág, men nærri enn frísparksroynd frá Súna Olsen á stólpan er heimaliðið ikki komið máli.

 

Hálvleikur 0-0

Vindurin darvar fótbóltsspælinum.

 

60 min.

0-0

Víkingur roynir at trýsta, men higartil hevur ikki eydnast at fáa mál.

 

65 min.

0-0

 

HB-B68 4-3 (3-2)

Dómari: Petur Reinert

HB: Marcin Dawid - Vagnur Mohr Mortensen, Doddi, Hans á Lag, Pætur Jørgensen - Tór-Ingar Akselsen, Fróði Benjaminsen, Levi Hansen, Milan Kuljic, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum.

B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Øssur Hansen, Niklas Joensen - Kristian Anton Andreasen, Eli Simonsen, André Olsen, Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan Petur Poulsen (Oddur Højgaard, 67.) - Dánjal Pauli Højgaard

Gult kort: Jóhan Dávur Højgaard

 

18 min.

1-0: Andrew av Fløtum

Álopsspælarin lyftir bóltin upp um málverjan

 

22 min.

2-0: Fróði Benjaminsen

Miðvallarin sendir við høvdinum bóltin upp um málverjan.

 

26 min

2-1: Jóhan Dávur Højgaard

eftir hornaspark sum Pól Jóhannus Justinussen snittaði víðari

 

28 min

3-1: Milan Kuljic

við høvdinum eftir frísparksinnlegg

 

34 min

3-2: Pól Jóhannus Justinussen

Miðvallarin í vinstru slítur seg leysan av fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setir bóltin í HB málið.

Undirhaldandi og spennandi!!

 

Hálvleikur

3-2

 

Í 2. hálvleiki er tað B68, sum hevur lotið undan.

 

60 min

HB er undir støðugum trýsti, og B68 hevur í 2. hálvleiki havt fleiri hornaspørk. Næst við at javna vóru teir fyri lítlari løtu síðani, tá ið Geza Turi slerdi bóltin upp undir tvørtræið!

 

70 min

3-2

 

89 min

3-3: Oddur Højgaard

Innskifti Oddur setti við høvdinum bóltin í málið eftir frísparksinnlegg frá Eli Simonsen.

 

90 min

4-3: Fróði Benjaminsen

við fínum langskoti í fyrsta álopinum eftir at B68 hevði skorað

 

3 minuttir lagdir aftrat!!

 

Endaði 4-3

 

FC Suðuroy-B36 1-1 (0-1)

Dómari: Eiler Rasmussen

40 min

0-1: Jóhan Ellingsgaard

eftir innlegg úr vinstru frá Hjalgrími Elttør.

 

Hálvleikur

0-1

 

56 min

1-1: Mamuka

eftir einmansavrik

Heimaliðið hevur eftir steðgin sett B36 undir rættuligt trýst.

 

70 min

1-1

 

Liðugt

1-1

 

AB-ÍF kl. 17.00

Dómari: Rúni Gaardbo