Fyri einum ári síðan stríddust hoyvíkingar fyri at fáa fyrsta føroyameistaraheitið í hús. Tað eydnaðist. Men eitt ár seinni stríðast hoyvíkingar fyri at sleppa av aftasta plássinum.
H71 tapti í gjár uppiborið á útivølli móti VÍF, sum hevði við sær, at føroyameistararnir nú eru botnproppur í Atlantic Airways deildini.
Avgerandi løtan var eftir hvíldina, tá vestmenningar vunnu sær eina trygga leiðslu. Hóast H71 royndi at svara aftur, vann VÍF við 29-25.










