Í kappingunum verður dømt eftir, hvussu rein taktin hjá rossinum er, hvussu kropsburðurin hjá rossinum er, hvussu samanspælið millum ross og reiðfólk er og annað. Talan er um altjóða reglur og tað merkir, at eliturossini í Føroyum eru eisini eliturossini í útheiminum.
Í barnaflokkinum, sum eru børn upp til 14 ár, er føroyameistarin Beinta M. Helmsdal á Garpur. Kappingin í fjórgongd er fyri ung upp til 18 ár. Har er støðið nakað hægri enn í barnaflokkinum og har eitur føroyameistarin Daniella Joensen á Pokkabót.
Opni flokkurin er fyri vaksin, ið vilja kappast á einum lægri stigi og her bleiv Føroyameistarin Anna Maria Joensen á Vón. Í fjórgongd fyri vaksin eitur føroyameistarin Heri D. Dahl á Straumur og í fimmgongd bleiv føroyameistarin Kristfríð Dam Jacobsen á Mangas. Í tølt eitur føroyameistarin Knút Lützen á Drotning.
Heri D. Dahl var somuleiðis valdur til ársins ríðara. Hann vann seks pláss í innleiðandi kappingini við trimum hestum, og hetta er ikki hent fyrr. Í finaluni fekk hann heili 7,1 stig, sum er tað mesta, nakar hevur fingið í fjórgongd í Føroyum. Hann vann eisini Samreiðsteypið, sum verður givið fyri besta samarbeiði millum hest og reiðfólk.