Flogbóltur
Fyri fyrstu ferð nakran tíð skuldu kvinnurnar hjá KÍF spæla dyst í meistaradeildini, tá tær saman við Mjølnir settu sjøtul á nýggja flogbóltsárið.
Hetta hendi í Klaksvík, har Mjølnir tók ímóti nýggja liðnum, og størri uppgávu kann ein uppflytari neyvan fáa, tí Mjølnir er um nakað felagið, sum hevur myndað føroyskan kvinnuflogbólt seinnu árini. Eisini hóast tær nú í tvey ár hava sæð meistaraheitið fara aðrar vegir.
Í fyrsta dystinum á árinum var tó eingin ivi. Mjølnir liðið, sum framhaldandi er ein góð blanding av bæði royndum og nýggjum kreftum, vann tryggan 3-0 sigur, men fyri tað eiga tær hjá KÍF ikki at fara niður við høvdinum. Setningur teirra má fyrst og fremst vera at fáa neyðugu royndirnar í grundspælinum, umframt at nøkur stig helst skulu skavast saman, og so verður tað av álvara álvara í endaspælinum, tá sessurin í deildini skal bjargast.
Meistararnir taptu
Sunnudagin vórðu so tveir dystir leiktir í kvinnudeildini. Vesturi í Vágunum dystaðust Dráttur og Fleyr, og her gjørdist úrslitið, at Dráttur vann dystin 3-1. Talan í øllum fýra førunum um jøvn sett, men tá samanum kom, vóru tað tær á heimaliðnum, sum vóru tær stinnaru. Men einki er at ivast í, at fyri Fleyr mundi avrikið kennast sum ein fløvi, eftir at liðið seinnu árini hevur verið langt ífrá styrkini, sum tær áður hava havt.
Mest óvæntaða úrslitið kom tó helst á Kambsdali, har tað í fimm sepnnandi settum eydnaðist ÍF at vinna á meistaraliðnum úr TB. Leingi bendi eisiini á, at ÍF skuldi vinda burtur úr meistarunum, men í einum spennandi triðja setti eydnaðist TB at fáa vend í. Tað var eisini um reppið, at tað eydnaðist TB at fáa sigurin til høldar, men í avgerandi bóltunum vóru fuglfarðakvinnurnar kaldari, og vunnu tær at enda 16-14.










