ÍF kann framvegis kalla seg føroyameistara í mansflogbólti, takkað verið avrikunum seinasta kappingarár. Avrikini higartil í hesum kappingarárinum hava hinvegin ikki havt meistaradám yvir sær ? heldur hinvegin.
Sunnudagin spældu teir fyri triðju ferð í hesi kappingini, og fyri triðju ferð taptu teir.
Mjølnir var vertur í Klaksvík, og við 3-1 sigrinum fingu klaksvíkingarnir síni fyrstu stig í kappingini. ÍF vann eisini sítt fyrsta sett í ár, men tað var so langt frá nóg mikið móti einum Mjølnir-liði, sum hevði tamarhald á støðuni so at siga frá byrjan til enda. Bara í triðja setti stóð eitt sindur á, og hetta settið vann ÍF eisini 25-22, men eftir hvat skilst kundi Mjølnir mest takka sær sjálvum fyri, at sigurin bleiv 3-1 í staðin fyri 3-0.
Tað vísir seg ofta, at tá eitt lið hevur vunnið tvey sett og hevur havt lutfalsliga lætt við at vinna tey, so verður slakað í triðja settinum, og klaksvíkingar halda, at tað var tað sum hendi sunnudagin. Fjórða sett vunnu teir eisini sannførandi 25-13.
Aftur nýggjan hevara
ÍF er altso framvegis stigaleyst aftaná tríggjar dystir. Tað er einki serligt hjá einum liði, sum vann FM fyri einum hálvum ári síðani, men kanska er tað heldur ikki heilt rímiligt at gera samanberingar, tí ÍF-liðið í dag líkist ikki tí, sum spældi í fjør.
Eitt er, at hevarin frá í fjør, Odd Eliasen, ikki er við, men sunnudagin var Bartal Eliasen, sum hevur spælt hevari í ár, heldur ikki við, og tískil máttu fuglfirðingar aftur hava nýggjan hevara móti Mjølni. Boban Ilic er sterkur, men einsamallur klárar eingin at vinna nakran dyst. So í løtuni skal ÍF ikki metast sum meira enn tað teir eru, nevniliga eitt botnlið ? sjálvt um teir enn eru føroyameistarar.
Hjá Mjølni kom sigurin sum vera man væl við. Og har eru eisini góð tíðindi at frætta. Eitt er, at John Syderbø er klárur aftur eftir skaða, men harumframt verður Albin Johannesen aftur at síggja á kantinum. Hann hevur verið uttanlands í nøkur ár, men kemur nú heim aftur og fer at spæla við Mjølni. So klaksvíkingar eru við rímiliga gott mót í løtuni.