Meistarabrak á Kambsdali

Meistaraheitið skal avgerast í meistaradeildini hjá kvinnum, tá ÍF tekur ímóti SÍ. Vinnarin av dystinum kann rópa seg nýggjan føroyameistara

Lagt verður upp til eitt stórt og endaligt brak í høllini á Kambsdali leygardagin, tá numamr eit og nummar tvey í meistaradeildini hjá kvinnum bresta saman. Her tekur oddaliðið, ÍF, ímóti SÍ, og undan dystinum er slett einki avgjørt í oddinum. Eitt er tó greitt, vinnarin verður nýtt meistaralið.
Gongdin hjá ÍF hevur verið sera góð í endaspælinum. Av fyrstu níggju dystunum hevur ÍF vunnið sjey, og tí eru tær at finna á ovastu rók í meistaradeildini hjá kvinnum. Einastu liðini, sum ÍF hevur tapt fyri, eru SÍ og KÍF
Gongdin hjá SÍ hevur verið á leið tann sama, sum tann hjá ÍF. SÍ hevur eisini vunnið sjey av fyrstu níggju dystunum í endaspælinum, so hesi bæði liðini hava fylgst væl í oddinum í seinnu hálvu av landskappingini. SÍ apti fyrra dystin ímóti TB í endaspælinum, og so taptu tær ímóti Drátti fyri trimum vikum síðani.

SÍ verið við yvirlutan
SÍ og ÍF hava møtt hvørjum øðrum tríggjar ferðir áður í hesum kappingarárinum, og m.a. møttust iðini tvær ferðir í grundspælinum. Fyrri dysturin í grundspælinum var í Sørvági, og hesin dysturin bleiv sera spennandi. Her vann ÍF fyrstu tvey settini, men so kom SÍ sterkt aftur og vann næstu tvey settini. So skuldi javnbrótari til, og her vann ÍF rættiliga trygt.
Í seinna dystinum var tó vent í holuni. Nú var slett eingin ivi um úrslitið, tí SÍ vann henda dystin sannførandi 3-0, og tann sigurin var eisini fult uppiborin.
Liðini hava eisini møtt hvørjum øðrum einaferð í endaspælinum, og var hesin dysturin í høllini í Sørvági. Aftur hesaferð eydnaðsit SÍ at vinna og úrslitið gjørdist 3-1. SÍ vann fyrstu tvey settini, men so skapti ÍF eitt sindur av spenningi í aftur, tá tær vunnu triðja sett. Fjórða sett gjørdist ein sannur gysari, men her vann SÍ 26-24, og so vunnu sørvágskvinnur tann dystin.
Samanumtikið hevur SÍ havt yvirtakið á ÍF í hesum kappingarárinum, men hetta kemur neyvan at hava nakran týdning, tá liðini koma á vøllin leygardagin.