Meirnýtsla er regla heldur enn undantak

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevur sagt Allan Skaalum, sjúkrahússtjóra, úr starvi. Hann hevur ikki álit á sjúkrahússtjóranum, sigur hann.

- Støðan í løtuni er ikki undantaksstøða, men næstan meginregla, at hvørt ár, tá kemur verið til augustmánað, so va nta nakrar milliónir í og neyðugt er at seta ógvusligar sparingar í verk. Tað gongur út yvir sjúklingin og tað haldi eg ikki er nøktandi, segði Aksel V. Johannesen við Rás2 á døgurða í dag.

Í tíðindaskrivi sent miðlunum í morgun stendur, at landsstýrismaðurin ikki roknar við, at Allan Skaalum megnar at stýra útreiðslunum á nøktandi hátt. Seks milliónir krónur av óvæntaðu útreiðslunum, eru pengar, sum eru nýttir til heilivág, sum er dýrkaður í mun til undanfarin ár.

- Tá tú tekur dýrari heilivág í brúk, so veitst tú eisini at útreiðslunar økjast. Tí mást tú tillaga virksemi hareftir, og ikki bíða til augustmánað, heldur landsstýrismaðurin. Somuleiðis vísir Aksel V. Johannesen á, at fýra milliónir krónur vóru játtaðar í eykajáttan til røkt av liðugt viðgjørdar sjúklingum. Júst hesa somu upphædd fekk Allan Skaalum í eykajáttan í fjør til júst sama øki.

- Og tað kann ikki ár eftir ár vera ein eykaútreiðsla, sigur Aksel V. Johannesen.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, vísir aftur, at tað var annaðhvørt hansara egni sessur ella sessurin hjá Allani Skaalum, sum stóð upp á spæl.