Meirilutin ræður

Nógv lond og kommunur hava fólkaræði. Fólkaræði kann fremjast við, at meirilutin ræður.

Andras L. Samuelsen

valevni á lista B til Tórshavnar býráð



Í flestøllum norðurlendskum nevndarhøpi er vanligt at nýta konsensus, ið merkir, at øll umboðini skulu verða samd, áðrenn eitt mál er liðugt viðgjørt.

Eftir mínum tykki eiga summi høvuðsmál eisini at avgerast við konsensus.

Eitt tílíkt mál er Tórsvøllur. Sitandi býráð hevur ábyrgdina av, at okkara høvuðsstaður kanska ongantíð fær eitt stadion. Hetta hendi, tá ið tað avhendaði avgerðarrættin til Tórsvøll til privat fótbóltseldhuga fólk.

Upprunaætlanin við Tórsvølli var, at hann skuldi verða eitt stadion, men fótbóltseldhugafólkini megnaðu at broyta hesa ætlan til bert at fata um enn ein fótbóltsvøll.

Tað eru fá mál, ið so nógv fólk hava úttalað seg um, sum Tórsvallarmálið; harímillum allir skúlastjórar í kommununi. Eftir mínum tykki umboðaðu hesir øll skúlabørn og -ungdóm í kommununi, men heldur ikki teirra inniliga áheitan rein við. Hetta stadion kundi verið leikvøllur hjá uppvaksandi ættarliði, men endaði við at verða ein marglætisfótbóltsvøllur, sum verður nýttur 6 til 8 tímar um árið.

At Føroya landsstýri eisini stuðlaði hesi avgerð fíggjarliga, vísir, at eisini tað gekk ímóti fleiri borgaraynskjum og ynskinum um, at okkara høvuðsstaður skal hava eitt landsstadion. Ein dáragerð fyri okkara høvuðsstað og land.

Vit eru øll skattgjaldarar, og tá ið ein so stór fjøld av borgarum vísir á, at býráðið er farið skeivt í einum máli, eigur at verða steðgað á og umhugsað ætlanina av nýggjum. Um Tórshavnar kommuna bíðaði eitt ár ella tvey afturat við Tórsvølli, hevði ikki gjørt mun.

Aðalmálið hjá einum býráð er at hava nøgdar borgarar og ikki at spjaða hesar í tveir partar, bert tí annar ikki hugsar soleiðis sum einhvør sitandi samgonga; ei heldur at trumla eitt mál ígjøgnum, bara tí meirilutin er fyri tí.

Verði eg ein av teimum, sum skulu mynda komandi býráð, fari eg at mæla til vanligt skynsemi, semjusøkjandi avgerðir í tílíkum málum og annars seta teir yngru og eldru borgararnar fremst, tí gongur teimum væl, gongur eisini okkum væl.