Meiriluti mælir til 3% skerjing í fiskidøgum

Eftir at hava togast aftur og fram í vinnunevndini um fiskidagar fyri komandi fiskiár, kom vinnunevndin seinnapartin fríggjadagin við sínum tilmælum, sum vóru trý í tali Málið um fiskidagar fyri komandi fiskiár, sum vinnunevndin hevur havt til viðgerðar, kom aftur úr nevndini seinnapartin fríggjadagin.

Landsstýrismaðurin skjeyt upp at skerja fiskidagarnar hjá partrolaraflotanum við 20% og fiskidagarnar hjá húkaflotanum við 50%.

Men vinnunevndin er ikki samd við landsstýrismannin um so stórar skerjingar og býtti seg undir viðgerðini í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin í nevndini, sum eru andstøðuumboðini (Jákup Mikkelsen, Jacob Vestergaard, Kári P. Højgaard og Gerhard Lognberg), tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum og mælir í staðin til at skerja fiskidagarnar í øllum bólkum við 3%.

Ein minniluti (Jóhan Dahl) tekur ikki undir uppskotinum hjá landsstýrismanninum og mælir til 10% skerjing í øllum veiðibólkum.

Seinasti minnilutin í vinnunevndini (Páll á Reynatúgvu og Heini O. Heinesen) sigur seg vera samdan við meginregluni í uppskoti landsstýrismansins, har føroyskur fiskivinnupolitikkur frameftir skal miðja eftir skilabestu stovnsrøktini.

Í mun til eina skerjing upp á 50% í bólkunum 3, 4 og 5, mæla teir báðir til, at allir veiðibólkar verða skornir við 20%.

Tað kann undra, at Heini O. Heinesen tekur undir við at minka um fiskidagatalið í øllum bólkum við 20%.

Men í sínum egnu viðmerkingum ásannar løgtingsmaðurin, at lógin um vinnuligan fiskiskap er illa umsitin, síðan hon kom í gildi fyri 12 árum síðan.

- Vit eru í ferð við at saga greinina av, sum øll fiskivinnan hvílir á, sigur hann.