Uppskotið hjá Barack Obama um eina nýggja heilsutrygging fær nú tann neyðuga meirilutan í Senatinum í Washington. Allir republikanararnir ætla sær at atkvøða ímóti, men formaðurin í tí demokratiska bólkiinum, Harry Reid, segði í dag, at uppskotið fær stuðul frá 60 senatorum og sostatt tann neyðuga meirilutan.
Ivi hevur verið um senarorin Ben Nelson, men eftir at hann hevur fingið vissu fyri, at tað almenna ikki fer at lata pengar til fosturtøku, er hann gingin við til at atkvøða fyri nýskipanini.
Roknað verður við, at Senatið fer at atkvøða um heilsunýskipanina fyri nýggjár. Verður uppskotið samtykt, koma umleið 30 milliónir fátækir amerikanarar undir ta almennu sjúkratryggingina, skrivar Reuters.