Ein fittur meiriluti av eysturoyingum vil leggja Eysturoy saman í eina kommunu.
Tað vísir ein heilt óformlig og óalmenn veljarakanning, sum varð gjørd á borgarafundi í Kelduni í Skálafirði í kvøld.
Har hevur borgarafundur verið í kvøld um ætlanina at leggja kommunur í Eysturoy saman.
Á sambandi við fundin fekk alt fundarfólkið ein atkvøðuseðil, har tey vórðu spurd um tey tóku undir við, at øll Eysturoy verður løgd saman í eina kommunu.
Hetta er áleið sami spurningur, sum tey fáa á veruligu fólkaatkvøðuni, sum verður hósdagin 3. mai.
Úrslitið skal sjálvandi takast við tí fyrivarni, sum ein slík óformlig og óalmenn veljarakanning skal takast.
Men úrslitið var, at 171 fólk lótu atkvøðuseðil inn aftur.
Av teimum vóru tríggir atkvøðuseðlar blankir.
Men av restini atkvøddu 102 fólk fyri at leggja alla Eysturoy í eina kommunu.
Tað eru 60% av fundarfólkinum.
Hinvegin atkvøddu 66 ímóti, tað eru 40% av fundarluttakaranunum.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, segði, at hann vónaði so hjartaliga, at hetta eisini verður úrslitið av teirri veruligu fólkaatkvøðugreiðsluni um tríggjar vikur.
- Hetta er fyrsta, lítla ábending, vit hava fingið um, hvat vit kunnu vænta okkum av fólkaatkvøðuni og eg vóni at hetta gevur eina mynd av tí endaliga úrslitinum, segði hann.
Myndin er av fundarfólki í Kelduni í kvøld.