Meiriluti at seta kanningarstjóra

Landsstýrismálanevndin vil kanna bæði Kári P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen

Ein meiriluti í landsstýrismálanevndini fer at heita á løgtingsformannin, um at seta ein kanningarstjóra.


Tað eru Sirið Stenberg og Eivin Jacobsen sum ynskja at politiska handfaringin av málinum um Eysturoyartunnilin skal undir luppin.


Endaligi setningurin er ikki orðaður, men greitt er tó, at tey ynskja at kanna alt málið – bæði leiklutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og leiklutin hjá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, umframt at hansara eftirlitsskylda eisini skal eftirhyggjast.


Triðji limurin í lansstýrismálanevndini Jóan Magnus Rasmussen er ikki samdur við hini bæði í nevndini.


Hoyr meiri um málið í tíðindunum á Rás2 klokkan 15.