Tá góð 80 prosent av atkvøðunum aftan á russiska valið vóru taldar í gjár, hevði Tað sameinda Russland fingið 36,7 prosent av atkvøðunum. Kommunistarnir høvdu fingið 12,8 prosent, og flokkurin hjá tí víðgongda tjóðskaparmanninum Vladimir Zjirinovskij hevði fingið 12 prosent.
Valið gjørdist ein frammaná hjá kommunistunum. Á valinum fyri fýra árum síðani var flokkurin landsins størsti við 24,4 prosentum. Nú fekk hann bara 12,8 prosent. Sigurin hjá Tí sameinda Russlandi kom harafturímóti ikki óvart á nakran. Allar meiningakanningar undan valinum vístu greitt, at flokkurin fór at vinna.
? Hetta er ein sigur, sum vit kunnu vera errin av, segði formaðurin í vinnaraflokkinum, Ljubov Sliska, tá tað var greitt, at flokkurin hevði vunnið.
Tann avgerandi spurningurin er nú, um tað fer at eydnast Tí sameinda Russ-landi at útvega sær stuðulsflokkar, so hann kann fáa tveir triðingar av sessunum í tinginum. Eydnast tað, er lítil ivi um, at tingið fer at samtykkja at broyta grundlógina, so Vladimir Putin kann stilla upp til forsetavalið í 2008. Tað kann hann ikki sambært verandi reglum í grundlógini.
Eygleiðarar í Moksva eru á einum máli um, at sigurin hjá Tí sameinda Russlandi fer at geva Putin uppaftur størri vald, enn hann hevur havt, og at talan í veruleikanum er um eitt meiri miðsavnað vald í Russlandi.