Nakað meiri av upsa varð avreitt í 2017 – góð 2.300 tons, sum er 9% meiri enn í 2016, skrivar Hagstovan.
Sjálvt um nøgdin av upsa vaks nakað, minkaði virðið 8% í 2017. So prísirnir á upsa hava roynst nakað verri í 2017 í mun til 2016.
Meðan toska- og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst nakað betri. Men seinastu árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, einans góð 27 túsund tons í fjør. Til samanberingar vórðu í miðal árini 2005-2010 avreidd góð 53 túsund tons av upsa, skrivar Hagstovan.
Av toski vórðu avreidd 12% ella góð 1.600 færri tons í 2017 enn í 2016. Virðið á toskinum minkaði 20 milliónir ella 8%
Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu nógvu árini - í miðal um góð 10 túsund tons. Tey góðu 11.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er lítið samanborið við árini 1996 til 2005 - tá varð avreitt tvífalt og trífalt meir av toski enn tað, vit hava sæð seinastu árini.
Hýsunøgdin í 2017 var góð 500 tons minni enn í 2016, og er framhaldandi lág. Í fjør vórðu bert avreidd góð 3.400 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007, sambært Hagstovuni.









