Meiri toskur í Eystrasalti

Fiskimenn í Eystrasalti kunnu fegnast um, at teir sleppa at fiska meiri tosk næsta ár enn í ár ICES hevur boðað frá, at toskastovnurin í Eystrasalti er so mikið væl fyri, at tað er ráðiligt at økja toskakvotuna 8,6 prosent í vestara parti av Eystrasalti og heili 15 prosent í tí eystara partinum.

ICES hevur harafturímóti ikki tann besta boðskapin um sildina í Eystrasalti, men mælir til at skarva 28 prosent av verandi kvotu.

Tað sama sigur ICES um brislingakvotuna. Fiskimálaráðharrarnir í ES-londunum fara seinni í ár at taka støðu til kvoturnar í Eystrasalti næsta ár, og ætlandi fellur avgerðin síðst í oktober, sigur DR.