Tað er ikki so øgiliga langt síðani, at tað fekst ein lítil posi av gummidropsum fyri eitt 25 oyra.
Men tann tíðin er farin og nú er okkara minsta mynt so lítið verd at ongin tímir at hava hana longur.
Í Danmark verður av álvara tosað um at avtaka 25- oyrað og hóast ongin endalig støða er tikin, bendir alt á tað borðið, at okkara minsta mynt skjótt er farin í søguna, skrivar tað nýggjasta Samvirke
Um stutta tíð er tað sostatt bert myntsavnarar, sum hava gleði av at eiga brúnlittu myntina.
Tað 25 oyra, sum vit nú hava, kom fyrst í nítárunum, tá ið hitt gamla 25 oyra við holi í mittuni, fór í søguna.
Men nú er 25 oyrað so lítið at nyttan, sum fæst úr tí, svarar ikki til tað, sum tað kostar at gera.
Tí hevur ”Kgl Mønt” spurt handlar og bankar um teir høvdu saknað 25 oyrað, verður tað avtikið, men tað eigur ongan góðan, tí tað er ongin, sum hevði saknað tað.
Tað er danski ráðharrin í búskapar- og vinnumálum, sum hevur endaligu avgerðina um 25 oyrað skal avtakast ella ikki og tann avgerðin er ikki tikin enn.
Bæði í Noregi og í Svøríki er 25 oyrað farið í søguna.









