Meiri til eldri borgarar

Vit eiga nu at raðfesta eldraøki enn meiri. 

Einsemi millum eldri er ein hóttan móti trivnaði og heilsuni. 

Meðan Korona hevur herja herheima og ellisheim og bústovnar hava nokta familju og vinum at vitja( í góðari meining) hava flestøll veri vitni til afturstig hja nógvum av okkara kæru.

Ein pínandi verðuleiki.

Tað er eingin ivi um at alt eldraøki hevur tørv á fleiri starvsfólkum. 

Eldraøki er ein kjarnuuppgáva hja kommununi og trivnaður og heilsa hja bæði eldri og starvsfólkum eigur at uppraðfestast nú.

Vit skulu hava hugna, varma og nokk av góðum starvsfólkið. 

Aldrandi borgarar hava tørv á endurvenjing og kropsligari venjing fyri ikki at missa førleikar. 

Møguleiki skal vera fyri at búgva heima so leingi ein sjálvur vil og megnar tað. 

Starvsfólk á stovnum og í heimarøktini eiga at hava tíð at práta og hugna um. 

Tað er ikki nøktandi fyri nakran tá starvsfólk kenna seg sperd og ikki megna at gera tað tey vilja og duga .

At vera partur av felagskapi, ger at vit kenna okkum livandi og tí skulu vit seta enn meiri inn fyri at øll sum vilja og orka, kunnu vera partur av t d dagtilhaldi. 

Tað er ikki nokk at byggja út og nýtt- vit mugu eisini raðfesta dygd, innihald og trivna, bæði hja eldri og hja starvsfólkunum. 

Hetta vil eg arbeiða fyri 

 

Turið Horn