Í fjør fekk Tvøroyrar Kommuna 48,60 milliónir inn í skatti.
Tað var býráðið kunnað um á býráðsfundi á Tvøroyri nú í vikuni. Hetta eru 2,35 milliónir meir enn mett var á fíggjarætlanini hjá kommununi, tí var varð roknað við 46,25 milliónum í skatti.
Men tá leingi svart út á Tvøroyri í fjør, tí alt fyrra hálvár fekk kommunan nógv minni inn í skatti enn mett var.
Vøksturin byrjaði ikki fyrrenn á sumri í fjør og hann helt so á alt árið.
Býráðslimir vóna, at skattainntøkan nú hevur funnið eina fasta legu og kanska kvinkar eitt sindur upp eftir afturat.
- Men tað kundi valla lækka meiri, tí tað gekk nógv aftur á alt fyrra hálvár í fjør, helt borgarstjórin.
Hóast inntøkan er hækkað, mælti Jaspur Vang, býráðslimur, til størsta varsemi, tí hann vísti á, at hóast talan er um ein vøkstur á Tvøroyri upp á góð tvey prosent, er tað bara Sumba, av øllum kommununum í Suðuroy, sum hevði ein minni vøkstur enn Tvøroyri.
Sumba var vøksturin gott og væl eitt prosent.
Allar hinar kommunurnar í Suðuroy hava ein vøkstur upp á ímillum sløk fimm prosent upp í góð 10 prosent.
Í miðal fyri alt landið eru inntøkurnar av skatti hækkaðar góð sjey%.
Sostatt er vøksturin á Tvøroyri nógv minni enn hann er aðrastaðni, vísti hann á.