Meiri skattur í Klaksvík

Í fíggjarætlanini 2007 eru inntøkurnar mettar til 127 mió. kr., men tað tykist nú greitt, at skattainntøkurnar verða 10 mió. kr. størri ella 137 mió. kr., skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Persónsskattauppgerðin fyri oktober er góðar 12 mió. kr., og er hetta góðar 2 mió. krónur meir enn sama tíðarskeið í fjør ella ein vøkstur uppá 23 %.

Inntøkurnar higartil í ár eru 105 mió. kr., sum gevur 8,1 mió. kr. í meirinntøku ella ein vøkstur upp á 8,4 % í mun til sama tíðarskeið í 2006.