Kollafjørður: Hóast tey kundu ynskt sær at missiónshúsið var fullsett hvørt sunnukvøld, eru tey ikki setst hendur í favn.
Mánakvøldið verður skipað fyri fundi, har virksemið í húsinum veðrur viðgjørt. Ein av spurningunum er, hvussu missiónshúsið kann gerast meiri virkið og sjónligt í bygdini.
Hetta er so at siga eitt framhald av tí, sum kom fram, tá kollfirðingar vóru á legu í Nesvík í farna mánaði. Nú er ætlanin at hyggja frameftir, soleiðis at øll føla, at tey hava ávirka á arbeiðið og uppskotum um betringar.
Fundurin verður í missiónshúsinum mánakvøldið og byrjar klokkan 20.
snorri@sosialurin.fo