Meiri pengar til fyritíðar pensjónistar

Løgtingið samtykti í dag, at árliga eykaviðbótin skal hækka tvey tey næstu árini Lægstu fyritíðar pensjónistar fáa nú størri viðbót. Tað samtykti Løtingið við 2. viðgerð í dag. Viðbótin verður í 2008 15.360 krónur, og í 2009 verður hon 31.944 krónur.

Tá ið øll upphæddin verður galdandi frá 1. januar 2009, verður hon tann sama, sum avlamisviðbótin er hjá miðal og hægstu fyritíðarpensjónistum. Eykaviðbótin verður skattaskyldug og mótroknað verður í inntøku.

Minnilutin í trivnaðarnevndini ? umboðini hjá Tjóðveldinum og Miðflokkinum ? mæltu til, at øll viðbótin skal latast frá 1. januar 2008. Tað uppskotið fall í dag. Fimm atkvøddu fyri og 17 ímóti. Samlaða uppskotið, sum nú skal til 3. og endaligu viðgerðina, varð samtykt við 22 fyri og ongari atkvøðu ímóti.