Arnbjørn Hansen hevur fleiri ferðir í ár verið munurin, tá EB/Streymur eru farnir av vøllinum við øllum stigunum. Í 2008 skoraði Arnbjørn Hansen øll trý málini, tá EB/Streymur vann meistaraheitið á næstseinasta leikdegi á Skála. Hesa ferð skoraði hann tvey av málunum og legðu upp til tað triðja.
- Eg veit ikki um eg var munurin. Vit vóru ellivu á vøllinum og mín uppgáva er nú eina ferð at skjóta mál, sigur Arnbjørn lítillátin eftir dystin.
Arnbjørn hevði eisini onkrar møguleikar at økja um leiðsluna í seinna hálvleiki, men tað gekk akkurát ikki.
- Tvey mál er fínt, men eg kundi skotið fleiri, sigur Arnbjørn á sína eyðkenda avslappaða hátt.
Minni frá 2006 stóðu ikki frammaliga í huganum til hendan dystin. Tað var heldur á Toftum í næstseinasta umfari, at framherjin hevði nervar.
- Eg hevði nógv meiri nervar til dystin á Toftum enn til hendan. Eg veit ikki hví, men soleiðis kendist tað bara, sigur Arnbjørn Hansen.
Arnbjørn hevur fingið landsliðsboð og vónar at fáa spælitíð, men ásannar at hann fær nokk ikki eins nógvar møguleikar móti Svøríki og Írlandi.
- Eg vóni sjálvandi at fáa spæltíð, men eg vænti nú ikki at Føroyar fáa somu møguleikar, sum vit fingu í dag, sigur Arnbjørn at enda.