- Tað eru ikki altíð, at tað eru góðir karmar, sum eru avgerandi fyri, um ítróttarfólk fáa góð úrslit.
Tað heldur Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá Páll á Reynatúgvu um at byggja tvær fótbóltshallir í Føroyum.
Kristin Michelsen heldur, at tað er gott, at vit eitt kjak um málið.
Og hann er samdur í, at vit áttu at havt eina ella tvær fótbóltshallir. Men hann leggur dent á, at skulu vit hava eina fótbóltshøll, skal hon vera á altjóða støði, og so kostar hon einar 100 milliónir krónur.
Og hann heldur, at tað eru bara Fótbóltssambandið og Tórshavnar Kommununa, sum kunnu fara undir eitt so stórt tiltak.
At fáa aðrar kommunur at vera við, verður ringt, heldur hann. Og hann heldur eisini, at tað er sjálvsagt, at høllin verður løgd í høvuðsstaðnum.
- So kunnu kommunurnar kring landið byggja minni stásiligar fótbóltshallir eftir førimuni, heldur hann.
Men Kristin Michelsen vísir á, at tað skal meiri til enn góðir karmar fyri at fáa góð úrslit.
- Svimjifelagið á Tvøroyri hevði bara ein dunnuhyl at venja í, men kortini var tað fremsta svimjifelag í landinum í nógv ár. Og sama ár, TB fekk graslíkisvøll, rykti felagið niður.
- Á Tvøroyri var hondbólturin í besta blóma, men tá ið ítróttarhøllin kom, datt alt niðurfyri og nú er øskukalt til hondbólt, hóast umstøðurnar eru góðar.
Kristin Michelsen heldur, at vit eiga at broyta hugburð til fótbólt. Hann nevnir, at íslendingar hava væl útbúnar venjarnar til fótbóltsspælarar, heilt frá tí at tey fara at sparka sum smábørn.
- Íslendingar hava 300 fótbóltsspælarar uttanlands og av teimum eru útvið 100 fult professionellir.
Hann staðfestur, at summir av teimum hava aldrin spælt í bestu deild í Íslandi, tí teir fara uttanlands áðrenn teir verða vaksnir.
Hann vísir somuleiðis á, at eisini ungir, føroyskir fótbóltsspælarar fara uttanlands at royna seg.
- Men vit hava tann veikleika, at vit royna altíð at lokka teir heimaftur við pengum, ímeðan teir framvegis eru í menning - og so steðgar menningin.
Kristin Michelsen heldur, at føroyingar eiga at skeita til Íslands og at fáa útbúnar venjarar til teir yngstu aldursbólkarnar eisini. Og so er hent at hava góðar karmar afturat.
Annars vísir Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, á, at allir føroyskir úrmælingar í ítrótti, eru úr útjaðaranum í Føroyum, ikki úr høvuðsstaðnum.
Hann nevnir havrógvaran, Livar Nysted, umframt fótbóltsspælararnar Toda Jónson, Jákup Mikkelsen og Brand Olsen sum dømi.
Kristin Michelsen leggur fótbóltsspælaran, Henrik Thomsen, svimjaran, Pál Joensen og óalmenna heimsmeistaran í innirógving, Dánjal Martin Hofgaard, afturat listanum.
- Tað einasta, eg kann koma í tankar um, er, at vit í útjaðaranum geva børnunum betri í beinið enn tey gera í miðstaðarøkinum. Tí eru bestu ítróttarfólkini í útjaðaranum, sigur Kristin Michelsen.