Fyri hálvum øðrum ári síðani kom nýggj kunngerð, sum millum annað ásetir, at ein sjómaður skal hava ellivu tímar hvíld um samdøgrið ella ein tíma meiri, enn tann gamla kunngerðin segði.
Broytingin umfatar millum annað øll skipini hjá Strandfaraskipum Landsins, men teir størstu trupulleikarnir eru umborð á Smyrli. Páll Heinesen, starvsfólkaleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at fyri at halda ásetingina og fyri ikki at darva mannagongdini umborð á Smyrli er neyðugt at seta ein maskinmeistara afturat á hvørja vakt, og tí lýsa Strandfaraskip Landsins nú eftir tveimum maskinmeistarum.
Regin Jakobsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at stovnurin hevur ikki tikið hædd fyri tveimum størvum afturat í fíggjarætlanini.
-Hinvegin geva hesi bæði nýggju størvini møguleika fyri at leggja arbeiðið øðrvísi til rættis, soleiðis at raksturin samanumtikið ikki nýtist at gerast meira kostnaðarmikil kortini, sigur Regin Jakobsen. Hann væntar tí, at tað fer at bera til at halda lønarkarmin hjá stovninum hóast alt.
Tey, sum fáa størvini, skulu byrja umborð á Smyrli sum 3. meistari, men skulu til eina og hvørja tíð kunna verða flutt umborð á øll skip hjá Strandfaraskipum Landsins.
Størvini hava eina royndartíð upp á tríggjar mánaðir.