Meiri hepni enn skil

Vikuskiftið var sum so friðarligt í Eysturoynni. Onkur var tikin fyri rúsdrekkakoyring, og so var eitt ferðsluóhapp, har hepnið var størri enn skilið hjá bilføraranum

Summarið er farið afturum bæði væl og virðiliga. Nú ganga fólk væl ílatin í tjúkkar jakkar og nógv hava eisini funnið sær handskarnar fram. Og tá kuldin kemur, kemur eisini hálkan.

Tey flestu okkara eru varin tá vit koyra um veturin, serliga í fyrstani tá kuldin kemur. Vit skulu helst sleppa undan hesum býttu óhappunum,

Men soleiðis eru tað ikki øll sum hugsað minni enn so.

Sunnumorgunin hendi eitt ferðsluóhapp í Søldarfirði - beint við meinigheitshúsið. Ein bilførari, sum í bili sínum var á veg inneftir misti eftir øllum at døma tamarhaldið á bilinum og rendi inn í garðin við meinigheitshúsið.

So ógvusligur var bresturin at bilurin fór skoytandi og malandi inn eftir vegnum.

Vegurin í Søldarfirði er soleiðis, at "oyggjar" eru gjørdar mitt á vegnum, men so heppin var bilførarin, at hann skoytaði uttan um allar.

Tá hann kom til skúlan endaði hann niðri ímillum vegin og garðin.

Okkurt av ferðafólkunum fekk snuddir av óhappinum og tí var sjúkrabilurin boðsendur. Kortini verður sagt av løgreglustøðini í Runavík, at bæði bilur og fólk eru sloppin ótrúliga væl frá óhappinum.

Av tí at løgreglan hevði illgrunað um at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, var hann tikin við á støðina, har blóðroynd varð tikin av honum.