Strendur: Klokkan er farin at nærkast hálvgum tíggju ein vanligan skúladag í farnu viku.
Bókavørðurin henda dagin, Britta Djurhuus, er í ferð við at gera seg klára til at taka ímóti fyrstu næmingunum. Um nakrar fáar minuttir munnu teir fyrstu næmingarnir fara at koma.
Skipanin í skúlanum er hon, at næmingarnir kunnu koma í skúlabókasavnið í fríkorterunum. Her kunnu tey annaðhvørt læna sær eina bók, lesa í einari ella bara hyggja seg um. Higartil hevur hetta tiltakið eydnast sera væl.
Enn bendir kortini einki á, at henda succes’in verður endurtikin aftur í dag. Tað er friður í gongini, um ein líka sær burtur frá nøkrum dreingjum sum sita við eitt borð og spæla kort.
Britta hyggur eftir nøkrum pappírum á borðinum, men áðrenn nakar varnast, kemur fyrsti næmingurin streymandi inn. Klokkan er 9:30, og fríkorterið er júst byrjað. Eftir honum koma hini so líðandi, og løtu seinni eru omanfyri 20 næmingar úr nógvum flokkum savnaðir her.
Teir spjaða seg sundur til tey ymisku økini á bókasavninum. Tað er týðiligt, at tey eru von at ganga her, og vita, hvar tey skulu leita.
Dina Bech er farin til nakrar hillar, har hon kann leita eftir bókum í friði og náðum. Eingin órógvar hana her.
- Í hesum partinum finnast nógvar av teimum eldru bókunum, - teimum sum mær dámar so væl at lesa í. Eg haldi, at innihaldið í teimum er eitt sindur betri, enn í mongum av teimum nýggjaru, greiðir Dina íðin frá.
Hóast hon uttan iva hevði ætlað at staðið her eitt sindur longur, so ber tað ikki til. Eftir stuttari løtu er hon at kalla einsamøll inni í bókasavninum, tí nú er 15 minuttir langa fríkorterið liðugt. Hini eru øll horvin út í gongina, og inn í flokshøli síni.
Flestu teirra munnu helst fara at koma aftur um ein slakan tíma, tá bókasavnið aftur er opið, klokkan 10:40.
Kristnar bøkur
Stranda bókasavn lat upp í 1984, og hevur síðani ment seg til eitt slíkt, har minst 17.000 titlar eru at velja millum.
Hetta er í fyrstu syftu ætlað næmingunum í Stranda skúla, men er haraftrat bókasavn hjá bygdarfólkinum.
Dinu dámar væl at brúka tíð sína í bókasavninum, har hon oftast leitar eftir teimum eldru bókunum.
- Tær eldru hava líkasum betri handling. Tær nýggjaru bøkurnar eru ikki líka so interessantar sum hinar, sigur Dina, sum heldur ikki dylur fyri, at henni dámar væl kristnar bøkur, og ikki minst at lesa í Bíbliuni.
- Í dag kom eg bara fyri at hyggja eftir bókum. Eg fann onga í hesum fríkorterinum. Kanska eg komi aftur næsta fríkorter.










