Meiri fjølbroyttur musikkur á Frigg

Protestsangari, vísusangari, teknodrotning, elektronisk trio og rockur er tað seinasta sum er lagt afturat ársins Frigg festivali í Keypmannahavm

Nýggi tónleika- og menturnarfestivalurin, Frigg, sum verður í Keypmannahavn 9. Og 10. mai, leggur nú seks nýggj nøvn afturat skránni.

 

Tey eru Bubbi Morthens, Greta Svabo Bech, Vök, Small Time Giants,  Nine Miles South og Hanus G. Johansen.

 

Bubbi Morthens er kendi íslendski proletarurin og protestsangarin. Hann verður mettur at vera størsti troubadurur í íslandi og er maðurin aftanfyri landapláguna, Tað er gott at Elska, sum Signarí Homrum syngur á føroyskum.

 

Greta Svabo Bech er ókrúnaða føroyska elektrodrottningin, siga tey á Frigg

 

Í 2012 rúnarbant hon við síni ljósu sangrødd, tá hon legði rødd til Raise Your Weapon hjá Deadmau5.

Úrslitið av tí var, at hon varð tilnevnd eina til Grammy virðisløn.

 

Síðani hevur hon roynt seg sum sangskrivari, ið m.a.  hevur ført sangin "My Love" hjá Cher frá 2013 við sær.

 

Hinvegin er Vök ein elektronisk trio úr Hafnarfirði í Íslandi, sum vann tónleikakappingina, Músíktilraunir í fjør.

Vök blandar saman bleytan elektroniskan tónleik og melodiøsar røddir.

 

Small Time Giants er grønlendskt rockorkestur , sum eru við at fáa fótin fastan á evropiska meginlandinum.

 

Small Time Giants spæla fjøltáttaðan, kenslubornan rock við skeivum tónum, bæði akustiskum og elektoniskum trummum og eini røð av ljóðupptøkum úr Grønlandi. Bólkurin vann Koda Talent virðislønina í 2013 fyri at vera komin við nýggum háttum at framføra tónleik.

 

Nine Miles South, við dansk-føroyska oddamannainum Sebastian Mikkelsen, hava spælt kring um í Onglandi.

 

Í løtuni er bólkurin í upptøkuhølum í Onglandi, har teir eru í holt við at taka eina nýggja fløgu upp

 

Hanus G. Johansen er kendur vísusangari og hevur millum annað tulkað norska yrkjaran Jacob Sande. Hann hevur eisini spælt við Aldubárini og sungið saman við Frændum. Hanus er tó mest kendur fyri at hava tulkað og endurskapt áhugan fyri yrkingunum hjá føroyska skaldinum Poul F.

 

Í gjør fekk hann Sømdargávu Landins frá Mentamálaráðnum og gamlaárskvøld fekk hann seina menturnarvirðisløn frá Klaksvíkar Kommunu.