Meiri fiskur og lægri prísir

Nøkur línuskip, fleiri útróðrarbátar og onkur trolari seldu á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag. Dagurin var tann størsti higartil ár, og tað sást aftur á prísinum, tí bæði toskur og hýsa fingu væl lægri prís í dag enn í síðstu viku.

Mest var av toski, góð 75 tons, og prísurin lá millum 13,80 krónur og 14,87 krónur fyri kilo í meðal. Av hýsu vóru knappliga 40 tons. Hýsa II fór fyri 9,96 krónur og hýsa III fyri 9,09 krónur.

Línuskipini høvdu nakað av longu og brosmu. Tað mesta av longuni fór fyri 11,60 krónur, og meginparturin av brosmuni fekk meðalprísin 7,91 krónur.

Marknaðurin seldi eisini nakað av kongafiski, og tað mesta fór fyri 12,09 krónur í meðal. Eisini var eitt sindur av havtasku og svartkalva. Havtaskan or fyri góðar 29,40 krónur og svartkalvin fyri góðar 35 krónur kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin knappliga 180 tons í dag fyri góðar 2,4 milliónir krónur.