Meiri enskt og minni danskt í føroyska skúlan

Unga Sjálvstýri ger nú greitt, at tey vilja hava, at í føroyska fólkaskúlanum skal enskt raðfestast fram um danskt. - Vit vilja, at næmingar í føroysku fólka- og miðnámsskúlunum skulu hava fleiri og betri møguleikar fyri víðari lesnaði, sigur Ragnar Joensen í Unga Sjálvstýri.

Av tí sama halda tey at, tað er heilt burturvið, at lærugreinin danskt skal fylla so stóran part av útbúgvingarleiðini, eisini hjá teimum, sum onki hugsandi gagn hava av undirvísingini m.a. tí tey ætla sær at lesa uttan fyri Danmark.

Tí skulu næmingar hava rætt at siga undirvísingina í donskum frá sær og heldur brúka ta tíðina til at læra seg betur enskt.

- Hetta hevði latið ein heim av møguleikum upp fyri føroyska ungdóminum, tí hann fer ikki longur at vera avmarkaður til lærdu háskúlarnar í Danmark vegna vantandi førleika í enskum.

- Tíðin, tá ið danskt var lykilin út í heim, er langt síðani farin frá okkum. Øll verðin snarar runt um altjóðagerð og enska málið, men føroyingar hava framvegis danskt í miðdeplinum.

- Høvdu Føroyar torað at lovað enskum fram um danskt, høvdu vit óivað sæð eina positiva broyting innan stutta tíð.

- Við hesum broytingum fáa Føroyar sum heild ein nógv breiðari sjónarring, og vit høvdu staðið stinnari í ferða-, olju-, fiski-, og alivinnuni, sum í høvuðsheitum eru enskt-talandi vinnur, sigur tey ungu sjálvstýrisfólkini.