Meiri enn helvtin av umsóknunum verður ikki gingin á møti

Tað er gravgangur eftir at sleppa at lesa, men plássini eru fá

Tað er rættiliga stórur áhugi fyri at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Fróðskaparsetrið sigur, at nú umsóknarfreistin er av, er úrslitið, at tey hava fingið 64 umsøkjarar frá fólki, sum vilja verða sjúkrarøktarfrøðingur.

 

Fyri at bøta um trotið á sjúkrarøktarfrøðingum, varð avgjørt at taka tveir flokkar inn um árið og longu nú í januar er tann fyrsti eykaflokkurin inn. Og tað er til hendan flokkin, at tær 63 umsóknirnar eru komnar. Tað eru pláss fyri 25 lesandi, so tað eru nógv fleiri umsóknir, enn tað eru lestrarpláss til og sostatt verður meiri enn onnurhvør umsókn ikki gingin á møti.

 

Umsóknirnar verða nú viðgjørdar og umsøkjarnir fáa svar nú týsdagin.