Meiri enn 29.000 latið lív

Mannarættindafelagsskapir siga nú, at meiri enn 29.000 sivilfólk hava latið lív í ófriðinum í Sýrialandi, síðani uppreisturin ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta byrjaði fyri hálvumøðrum ári síðani.

Herumframt eru fleiri túsund fólk tikin og sett í varðhald, og fleiri stúra fyri, at mong teirra eru deyð. Fleiri hópgravir eru funnar ymsastaðni í landinum, men tað er ikki heilt greitt, um hetta eru sivilfólk, uppreistrarmenn ella stjórnarhermenn.

Bardagarnir í Sýrialandi halda fram, og tað ljóðar, at meiri enn 40 fólk hava latið lív í dag.