Meiri enn 100 kvinnur neyðtiknar

Í minsta lagi 100 kvinnur vórðu neyðtiknar og fleiri aðrar særdar har eysturi í Demokratiska Lýðveldinum Kongo fyrr í hesum mánaðinum. Tað siga fólk, sum arbeiða í Kongo fyri altjóða hjálparfelagsskapir. Felagsskapurin Læknar uttan Landamark sigur, at tað vóru uppreistrarmenn, sum framdu illgerðirnar í nøkrum bygdum í døgunum frá 10. til 12. juni.

-Vit hava viðgjørt meiri enn 100 kvinnur, sum siga, at tær vórðu neyðtiknar, sigur Megan Hunter, sum stendur á odda fyri teirri niðurlendsku Kongo-deildini hjá læknafelagsskapinum.

Viðurskiftini í eystara parti av Kongo hava verið ótrygg, líka síðani borgarakríggið endaði í 2003, og sum kostaði fimm milliónir mannalív. Fleiri uppreistrarfelagsskapir gera um seg í økinum, og bæði uppreistrarmenn og hermenn hjá stjórnini gera seg inn á sivilfólk, skrivar Reuters.