Við hesum stiginum ynskir kommunan til eina og hvørja tíð at tryggja allari kommununi vatn - og haraftrat reint vatn!
Bygdaráðið hevur samtykt at fara undir fleiri stórar íløgur í ár. Ein av hesum íløgum er hesin stóri vatnbrunnurin og tilhoyrandi útgerð at reinsa vatnið við.
Í bygdini eru fleiri virki - fiskavirkini Viking Seafood og Varðhorn - ið hava tørv á reinum vatni.
Kommunan er annars byrjað í smáum at betra um umstøðurnar til vatn í hinum bygdunum í kommununi, t.d. á Morskranesi, og nú er so túrurin komin til strandingar.
Har hevur kommunan í løtuni fleiri smærri brunnar, men hesin nýggi fer so líðandi at gerast tann størsti teirra. Í løtuni rúma vatngoymslurnar á Strondum um 1300 tons.
Ætlanin var at fara undir hesa ætlanina í fjør, men verður tað ístaðin í ár.