Meira vín – minni brennivín

Mált í reinum alkoholi er sølan hjá Rúsdrekkasøluni støðug, men vit drekka alsamt meira vín og minni av spiritus

 

Rúsdrekkasøla landsins hevur á hvørjum ári greinan av søluni av rúsdrekka í Føroyum.

 

Í nýtslu av reinum alkoholi hevur talið sveiggjað millum góðar seks og sjey litrar av alkoholi um árið fyri hvønn íbúgva oman fyri 15 ár. Hetta tal er lækkað nakað seinastu fimm árini, og er nú 6,4 litrar.

 

Størsta broytingin í alkoholnýtsluni er, at vit støðugt keypa meira vín og minni av spiritus, meðan sølan av øli hevur staðið mest sum í stað.

 

Í 1993 var býtið millum vín og spiritus, at av samlaðu alkoholnýtsluni stavaðu 2,9 litrar av reinum alkoholi frá sølu av spiritus, meðan vínið átti hálvan litur av nýtsluni.Í 2014 var talið fyri spiritus komið niður á 1,8 litur, meðan talið fyri vín var 1,6 litur.