Tíðarskeiðið frá juli í fjør til juni í ár vóru 12,4 milliardir krónur útgoldnar í A-skattaðum lønum.
Tað eru slakar 700 milliónir meira samanborið við undanfarna tíðarskeið. Ta svarar til ein vøkstur á 5,8 prosent.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Gongdin vísir, at stígur kom í lønargjaldingarnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020. Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin, og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan. Seinastu tólv mánaðirnar vórðu 12,4 milliardir krónur útgoldar í A-skattaðum lønum. Tað er ein vøkstur uppá 5,8 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað, tá koronufarstóttin rakti.
Menninir áttu umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin hetta tíðarskeiðið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Vøksturin var 7,7 prosent hjá kvinnum og 4,6 prosent hjá monnum, skrivar Hagstovan.