Meira um grundstykki í Kollafirði

   

Kári Árting, valevni Tjóðveldisfloksins til býráðsvalið í Havn
????????????
Undrandi las eg herfyri at varaborgarstjórin roynir at geva mær ábyrgdina av, at eingi grundstykki eru tøk í Kollafirði. Eg kundi takka fyri álitið, men eg haldi at hann lítur alt ov nógv á míni evni og ávirkan, tí eg havi hvørki sitið í bygda- ella býráðnum, tíansheldur at eg eigi nakra jørð.
Tað tekur eitt sindur av tíð at fyrireika nýggjar útstykkingar. Men álvaratos, tey 5 komunalu grundstykkini, sum vóru útstykkjað hetta valskeiðið bera ikki brá av politiskum skjótleika.
Vit frøast øll her norðuri um at loyst verður úr lagdi, og at grundstykki fara at vera tøk í næstum. Men tað má ikki støðgast her. Tað eigur framhaldandi at vera arbeitt við tí stóru ætlanini fyri bygdina, í samstarvið við Kollafjarðanevndina, og í samrøðu við okkum, sum búgva her.