Meira tíð krevst fyri at loysa basaltgátu

Tá fyrsta føroyska útbjóðingin lat upp fyri meira enn trimum árum síðani vórðu latin 6 ára loyvi og 9 ára loyvi. Í báðum førum bundu feløgini seg til at gera kanningar av ymsum slag. Í 6 ára loyvunum bundu oljufeløgini seg eisini til at bora ávíst tal av brunnum innan 2006. Í 9 ára loyvunum bundu feløgini seg til at gera kanningar tey fyrstu 3 árini og tá gera av, um tey fóru at bora eisini.

Oljuleiting

Feløgini, sum hava 9 ára loyvi, hava havt úr at gera seinastu mánaðirnar, tí tey herfyri skuldu svara Oljumálaráðnum, hvat tey hava í kvittanum komandi árini og nær og hvar tey ætla at bora Herálvur Joensen, aðalstjóri sigur, at tey hava havt fleiri fundir við feløgini men enn er endalig avgerð ikki tikin um, hvat feløgini fara at gera. Sosialurin skilur annars, at feløgini enn ikki hava gjørt endaliga av, um tey ætla at bora inni á basaltinum, har meginparturin av hesum loyvum finst. Tó skilst, at tey vilja sleppa at halda fram við sínum kanningum uttan her og nú at skula binda seg til nakra boring.

Oljumálaráðið vil fegið hava feløgini at halda fram við sínum virksemi á landgrunninum. Tað skilst, at Oljumálaráðið skilur væl oljufeløgini, at tey enn iki eru tilreiðar at binda seg til at bora brunnar inni á basaltinum, nú tað er neyðugt við enn fleiri kanningum, áðrenn man kann fara út og siga, nær og hvar man vil seta borin í. Váðin at fara undir at bora á basaltinum er rætt og slætt alt ov stórur enn.

Herálvur Joensen vil ikki gera neyvar viðmerkingar nú, meðan tað eru samráðingar við feløgini men viðgongur tó, at feløgini enn ikki eru komin heilt á mál við sínum kanningum. Hann er fegin um, at tey vilja halda fram við kanningunum at loysa basaltgátuna.

?Tey halda, at tað kunnu finnast oljugoymslur undir basaltinum og at føroyska økið kann vera eitt rímuliga gott stað at bora eftir olju og gassi, um man klárar at ?knekka basaltnøtina?. Men samtíðis er tað eisini ein ásannan av, at tað arbeiðið, sum higartil er gjørt á basaltinum ikki hevur ført til eina minking í váðanum, sum ger tey før fyri at bora.

Oljufeløgini eru framvegis forvitin men vilja sleppa at gera fleiri kanningar. Um støðan á Atlantsmótinum hevði verið frægari, so høvdu feløgini væl eisini verið fúsari at tikið ein váða á seg. Men føroyska samráðingarstøðan er langt frá líka góð sum hon var fyri tveimum árum síðani. At oljuprísinir lækka ger ikki støðuna betri. Men enn eru so fýra brunnar eftir at bora hjá feløgum við seks ára loyvi. Umfram brunnurin hjá Agip, sum verður boraður í næstum.

Nú tað ikki hevur gingið eins væl og roknað varð við á Atlantsmótinum, har eitt nú BP og Shell ikki hava fingið tað burtur úr tey høvdu roknað við, so er ein møguleiki fyri, at okkurt felag kanska vil sleppa burtur úr sínum boriforpliktilsum ella broyta hesi so ella so. Tað er ikki óvanligt aðrastaðni men munurin her er so tann, at talan er um eitt spildurnýtt øki, og tí má roknast við, at føroyskir myndugleikar ikki uttan víðari fara at sleppa feløgunum undan sínum forpliktilsum.

Keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at Atlantsmótið og harvið eisini Føroyaøkið eru ikki so áhugaverd longur. Hetta framgongur eisini av úttalilsum og greinum, sum snúgva seg um oljuframtíðina í heiminum. Eitt nú stendur í bókini ?The New Economy of Oil?, sum kom út í fjør, m.a.: ?There is already a long list of basins where the industry held high hopes of discovering large new sources of supply, but where dreams have disappointed: a few examples include China´s Offfshore and Tarim basins, Vietnam, the Atlantic Margin and the Falklands?. Vit síggja, at víst verður til Atlantsmótið, sum Føroyar eru ein partur av, sum eitt øki, ið ikki hevur livað upp til dreymarnar. Enn. Spurningurin er so, hvussu nógv man skal leggja í hetta. Tí stórur partur av okkara øki t.d. liggur fjalt undir basalti.

Harfyri er ikki sagt, at eingin áhugi er longur fyri økinum. Men mong av feløgini vilja heldur brúka sínar leitipengar aðrastaðni, har kostnaðurin fyri at finna olju er nógv lægri og har man longu veit, at olja finst.

Herálvur Joensen, sum vísir á, at vit mugu hava tol og vísir til gongdina í so nógvum øðrum leitiøkjum, sigur tó, at tað er ein spurningur vit mugu umhugsa, tá tosað verður um eitt nú loyvisumfar, um tað er nakað vit skulu fara undir at fyrireika nú.