Meira skattur í kassarnar

Bæði landið og kommunurnar fingu meira inn í skatti í mars mánaði í ár enn sama mánað í fjør.

Kommunurnar fingu næstan 124 milliónir krónur í skatti í farna mánaði, og tað vóru 12 milliónir fleiri enn somu tíð í fjør. Eisini hjá landinum var vøkstur í mars-skattinum. Landskassin fekk góðar 130 milliónir krónur inn, og tað vóru næstan 10 prosent meira enn sama mánað í fjør. Higartil í ár eru skattainntøkurnar hjá kommunum og landinum væl størri enn sama tíðarskeið í fjør.