Meira saman við familjuni

- 2015 var eitt gott ár við nógvum avbjóðingum, ikki alt eftir vild, men nógv er fingið frá hondini, sigur Rósa Samuelsen.

- Tað er ein góð kensla at merkja, at eldraøki er komið á rætta kós, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Hvussu var 2015 fyri teg?

- Árið 2015 var eitt gott ár við nógvum avbjóðingum, ikki alt eftir vild, men nógv er fingið frá hondini, sum eg hevði sett mær fyri. Eg eri  sera glað fyri at vit hava fingið endurvenjing við lóg, og at vit hava fingið  tænastulóg fyri eldri. Tað er ein góð kensla at merkja, at eldraøki er komið á rætta kós. Tað er sera spennandi at fáa loyvi at gera ein mun. Hevði tó ynskt at verið meira saman við familjuni í farna ári.

Tað sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015?

- Sólarmyrkingin var fantastisk.

Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015?

- Tað er altíð keðiligt, og tú verður kedd, tá øll í familjuni ikki hava tað gott.

Rósa Samuelsen sigur, at tað er eitt vónbrot, at kunngerðirnar, sum eru við til at fáa lógirnar um endurvenjing at virka, ikki eru lýstar - hálvt ár eftir, at lógirnar eru lýstar. Tað eru fleiri hundrað fólk, sum hava tørv á rehabilitering, sum enn ikki fáa nøktandi tænastu. Tað er ikki ein góð kensla at hava.

Hvat hevur tú sett tær fyri at røkka í 2016?  

- At vera meira saman við familjuni. Arbeiði kemur at krevja nakað. Byggisamtykt og bygdaplanur verða  dagførd og framtíðartryggjað. Tað er neyðugt við nógv fleiri grundstykkjum í kommununi. Tilbúgvingin skal endurskoðast og dagførast.

Rósa Samuelsen vísir á, at aldraøkið og barnaøkið eru spennandi og avbjóðandi. Tey skulu tillagast og útbyggjast eftir tørvinum, bert fyri at nevna nakað úr rúgvuni.

- Samanumtikið eitt spennandi ár fyri framman við fleiri avbjóðingum, sigur borgarstjórin, sum ynskir øllum eitt eitt gott og eydnuberandi nýggjár.