Harvið verður Harry Potter í miðdeplinum, nú jólaresið nærkast, jólagávur skulu keypast, og jólahýrurin verður í topp.
Soleiðis hevur tað eisini verið fleiri av undanfarnu árunum. Bøkur og filmar hava gjørt Harry Potter til eitt risanavn millum børn og ung, og Potter er blivin ein handilsvøra av besta slagi.
Tað var í 1997, at JK Rowling gav sína fyrstu bók um Harry Potter út, og tað var skjótt, at hendan søgan fekk vind í seglini. Síðani eru fimm bøkur afturat komnar út, og nú standur fjórði filmurin frammanfyri sínari frumsýning.
Nú eitur filmurin Harry Potter and the Gablet of Fire, og bókin, sum hesin filmurin byggir á, varð givin út í 2000.
Harry Potter gerst eldri, og tað sæst eisini aftur í filmunum, nú hann Potter er blivin meira ein ungdómsstjørna enn barnastjørna










