Meira pengar til orðabøkur

Komandi ár skal ein millión meira brúkast av almennum pengum til at gera orðabøkur

Í fjør var játtanin 400.000 krónur, men sambært fíggjarlógaruppskotinum skal hon næsta ár verða 1,4 milliónir.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at hækkingin verður gjørd sambært løgtingssamtykt til økt virksemi á økinum. Fleiri nýggjar orðabøkur eru í gerð, og tørvurin á fígging til hetta virksemi er sera stórur.

Játtanin fer til at stuðla orðabókagerð, so at føroyingar skulu hava orðabøkur tøkar úr og í fremmant mál. Arbeitt verður við at samskipa verandi orðabókavirksemi.