In.fo hevur sett Honnu Jensen, løgtingskvinnu fyri Framsókn, nakrar spurningar nú upp undir ársskiftið. Vit spurdu hana fyrst, hvar og hvussu hon heldur nýggjár.
- Nýggjárið 2017 verður hildið heima í Norðragøtu. Vit eru fleiri húski her í Tróndargøtu og í gomlu bygdini annars, sum skiftast um at bjóða inn á gólvið til hugna og okkurt lætt og leskiligt til matna, samstundis sum vit skjóta fýrverk saman. Børn, ung, vaksin og eldri plaga at hugna sær saman og ynskja hvørjum øðrum eitt gott nýggjár og takka fyri tað farna. Í ár verða vit hjá okkum í Tróndargøtu 49 og skjóta fýrverk uttan fyri her hjá okkum.
Keypir tú fýrverk, og dámar tær at skjóta fýrverk?
- Sum barn og ung var eg vill at skjóta fýrverk saman við vinkonunum og familjuni í Leirvík. Haldi sum heild, at nógv varð gjørt burtur úr nýggjárinum. Havi hópin av góðum og stuttligum minnum frá grannalagnum og frá allari bygdini á nýggjárinum. Og enn gera tey sera nógv burtur úr í Leirvík. Nú eru tað maðurin og børnini, sum keypa fýrverk og skjóta tað, og eg eri heldur í størri mun vorðin eygleiðari, glað um gleðina og spenningin, eg síggi hjá teimum, sum ganga høgt upp í fýrverkið og rokanina, nú eg kenni tað so væl frá mær sjálvari. Fýrverkið er vakurt, men vakrast er løtan um midnáttina, tá øll heilsast inniliga og takka fyri tað farna og ynskja alt gott fyri tað nýggja árið, meðan tað brestur, buldrar og glitrar um alt hválvið. Slíkar løtur festa seg í minnið og verða goymdar.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2017?
- Lívið er fult av stórum hendingum, um vit geva teimum gætur, og 2017 er einki undantak. Vit familjan vóru eina góða ferð og vitjaðu eitt nú góðar vinir í Fraklandi. Vit hildu silvurbrúdleyp heima, og eg gleddist við børnunum um mangt gjøgnum árið. Eg upplivdi nógv spennandi og avbjóðandi í mínum politiska arbeiði og kundi nevnt nógvar hendingar og nógv mál, sum dømi um framdrift. Bond eru knýtt við politikkarar og fakfólk í øðrum londum – og summi eru endurnýggjað. Eg var eisini nógv kring landið í oyggjum og mongum bygdum, bæði í politiskum og privatum ørindum - í hesum landi, sum eg elski so høgt. Men, av øllum tí góða, eg havi upplivað í 2017, fari eg at taka fram tey serligu og tey mongu vinaløg, sum eg havi fingið, ella sum eru vorðin endurnýggjað í 2017 og alt tað ríkidømi, sum liggur í teimum.
Og hvat var tað keðiligasta í 2017?
- Hvørt ár missa vit fleiri, sum liva millum okkum og sum hava stóran týdning í okkara lívi, so ella so. Í 2017 hava fleiri av teimum, eg eri góð við, mist foreldur ella systkin ella barn, og vit hava mist góðar grannar. Eisini mistu vit vinfólk hjá foreldrum og fólk, sum eg kundi hugsað mær at vitjað bert einaferð enn og tosað við bert einaferð enn. Ynski at læra meira av hesum og oftari fara tær vitjanir, eg hevði ætlað mær.
Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2018?
- Eg gevi ongantíð sokallað nýggjárlyfti, men sjálvandi gevur nýggjárið høvi til at stemma av. Havi eg gjørt tað, eg ætlaði - ella havi eg verið, sum eg ætlaði? Fyri 2018 vildi eg víst meira náði, nærveru og kærleika, og mítt mál verður framhaldandi: Ídni í arbeiðnum og mong úrslit, bæði størri og smærri, sigur Hanna Jensen gamlaárskvøld.