Tróndur í Gøtu er júst liðugur við kanningar av uppsjóvarfiski í føroyskum øki. Fyribilsúrslitini vísa, at nøgdin av makreli er størri í ár enn í fjør.
Tað veit Jan Arge Jacobsen á Havstovuni at siga í dag. Hann vísir á, at eisini var meira av sild fingin í føroyskum øki í ár enn í fjør.
- Veiðan av makreli og sild fyri hvønn hálva tíma vísti, at mesti makrelurin stóð norðan fyri og í ein landnyrðing úr Føroyum - og á Íslandsrygginum. Hinvegin var mesta sildin eystan fyri oyggjarnar og í ein útnyrðing móti Íslandi.
Jan Arge Jacobsen vísir á, at fyrivarni tó skal takast fyri, at kanningarøkið ikki var tað sama í ár sum í fjør, og endaligu úrslitini verða tøk, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar um hálvan august.
- Nógvur smáur svartkjaftur stóð spjaddur um alt kanningarøkið. Hetta er fyri tað mesta tvey og trý ára gamal óbúgvin svartkjaftur, umleið 22-24 sentimetrar til longdar og vigar sløk 85 gram í miðal.
Jan Arge Jacobsen vísir á, at henda kanning er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Grønlandi.
- Samlaða nøgdin av makreli, sild og svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi í Bergen um miðjan august, verður lagt aftrat.










