Meira kavi fyri framman

Veðrið seinastu tíðina heldur fram nakrar dagar afturat

Danska veðurstovan roknar við, at veðrið næstu dagarnar fer at vera tað sama, tað hevur verið í eina tíð. Tað vil siga kalt og nakað av kavaavfalli.

DMI sigur, at í dag og í kvøld verður andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s av eystri. Mest skýggjað og kava- ella vátakavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s av eystri, í løtum upp í 13 m/s. Skiftandi skýrák og kava- ella vátakavaæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig. 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s av eystri, mánamorgunin upp í 13 m/s. Skiftandi skýrák og kava- ella vátakavaæl. Hitin um dagin millum frotsmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.