Meira hjálp til útlendskar kvinnur

Føroyar skulu nú hava ein int­eg­ra­sjóns­pol­i­tikk, sigur Ann­ika Olsen, lands­stý­r­is­kvinna

Randi Jacobsen

Heildarætlanin viðvíkjandi harð­skapi í parlagi og nær­sam­bond­um staðfestir, at før­oyska sam­fel­ag­ið ikki tek­ur sær nóg væl av út­lendsk­u­m kvinn­um í Før­oy­um.
- Vit fara nú at orða ein int­e­gra­sjóns­pol­i­tikk, sig­ur Ann­ika Ol­sen, lands­stýr­is­kvin­n­a í inn­lendismálum.
Hagtølini hjá Kvinnu­hús­i­num vísa, at heilt nógv­ar út­lendsk­ar kvin­n­ur ikki hava tað gott í Føryum. Eitt ár vóru yvir 20 prosent av teim­um kvinnum, sum gistu í Kvinn­u­hús­i­num, út­lendsk­ar kvinnur.
- Hetta eru ræðandi tøl, sig­ur Annika Olsen.
Eitt tilmæli er at broyta før­oysku út­lend­ing­a­lóg­ina sam­svar­andi á­set­ingu­num í donsku út­lend­ing­a­lóg­ini so­leiðis, at útlendingar, ið skulu sam­ein­ast við maka í Før­oy­um, kann fáa nokt­að upp­­i­­halds­­loyvi, um mak­­in í Før­­oy­­um h­ev­ur fing­ið fræls­is­tøku fyri ávís revsi­rætt­ar­lig mis­brot móti fyrr­ver­andi maka ella hjúnarfelaga.
Útlendskar kvinnur eru í ser­liga viðkvæmari støðu í Før­oy­um, tí tær kenna ikki sam­fel­ag­ið, kenna ikki síni rætt­indi, hava onga fam­i­lju, og tær duga sum oftast ikki mál­ið.
Tað ræður um at hava upp­lýs­andi tilfar á nøkrum høvuðs­mál­um, tá ið út­lendsk­ar kvinn­ur koma til landi­ð.
Kvinnurnar skulu eisini hava rætt til tulk, tá ið tær skulu sam­skifta við mynd­ug­leik­ar í Før­oyum.
Hetta er nakað av tí, sum nevnt er í heidlarætlanini.